Bæði føroyingaliðini í bestu íslendsku hondbóltsdeildini vóru í leiki í kvøld.
Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV vóru á vitjan hjá Fram í Reykjavík. ÍBV vann ein greiðan 38-32 sigur.
Í fyrra hálvleiki leikaði tó javnt á, og í steðginum var ÍBV bert á odda við einum máli, 18-17.
Dánjal skoraði trý mál.
Allan Norðberg og liðfelagarnir tóku í kvøld móti gamla liðnum hjá Allani, KA á heimavølli.
KA vann heldur óvæntað 33-29. Í steðginum var KA á odda 20-18. Allan skoraði eitt mál.
Í vikuskiftinum fara ÍBV og Valur at spæla fyrru dystirnar í triðja umfarinum í European Cup.
Leygardagin klokkan 16 spælir ÍBV útidystin móti ukrainska liðnum, Motor Zaporozhye.
Sama dag klokkan 18 spælir Valur útidystin móti eysturíkska liðnum, Krems.
Fyrsta vikuskiftið í desember spæla ÍBV og Valur heimadystirnar í European Cup.
Støðan:
Nr. |
Lið: | Dystir | V | J | T | Málmunur | Stig | |
1 | Valur | 10 | 8 | 0 | 2 | 329:274 | 16 | |
2 | FH | 9 | 7 | 1 | 1 | 280:238 | 15 | |
3 | Afturelding | 10 | 7 | 1 | 2 | 306:263 | 15 | |
4 | ÍBV | 10 | 6 | 1 | 3 | 317:299 | 13 | |
5 | Fram | 10 | 5 | 1 | 4 | 307:312 | 11 | |
6 | Haukar | 9 | 5 | 0 | 4 | 271:235 | 10 | |
7 | KA | 10 | 4 | 2 | 4 | 277:288 | 10 | |
8 | Víkingur | 10 | 3 | 0 | 7 | 253:289 | 6 | |
9 | Grótta | 9 | 3 | 0 | 6 | 250:276 | 6 | |
10 | Stjarnan | 9 | 2 | 1 | 6 | 247:271 | 5 | |
11 | HK | 9 | 2 | 1 | 6 | 235:268 | 5 | |
12 | Selfoss | 9 | 1 | 0 | 8 | 209:268 | 2 |