Dánjal spælir stovukonsert

Røðin av hugnaligum stovukonsertum í Stoffalág 18, heldur áfram við enn einum av okkara bestu sangarum, tá Dánjal fer at spæla F’Ljóð stovukonsert mikukvøldið.

 

Røðin av hugnaligum stovukonsertum í Stoffalág 18, heldur áfram við enn einum av okkara bestu sangarum, tá Dánjal fer at spæla F’Ljóð stovukonsert mikukvøldið.

M.o. Benjamin, Eivør Pálsdóttir, Greta Svabo Bech, Guðrið Hansdóttir, Monkey Rat, Rowan, Jens Marni og Guðrun Sólja hava framført hesar seinastu vikurnar og røðin av framúr tónleikanøvnum heldur fram við tí frálíka Dánjali á Neystabø. VIð sær hevur hann Heðin Ziska Davidsen og Angeliku Nielsen.

Dánjal er fløguaktuellur, og hevur spælt framúrskarandi konsertir seinastu tíðina, bæði í Føroyum og Danmark.

Pláss er einans fyri hægst 40 fólkum, so tað ræður um at skunda sær! Verða pláss eftir, verða atgongumerki seld við hurðina ein hálvan tíma undan stovukonsertini.

Til ber at bíleggja sær atgongumerki við at skriva til Elina Heinesen fyriskipara á elin(at)heinesen.fo


Konsertin er í Stoffalág 18 í Havn mikukvøldið kl. 20


UM F'LJÓÐ STOVUKONSERTIRNAR
F'LJÓÐ tiltøkini fara fram í heiminum hjá Maud Heinesen, sálu, og Jens Paula Heinesen, sála, í Stoffalág 18 í Havn. Maud andaðist í 2005, og Jens Pauli andaðist í 2011, men hugnaliga heim teirra stendur enn, sum tá tey bæði búðu í tí, so gott sum óbroytt líka síðani 1975. Stova teirra er ein fjálgur karmur um hesar sameindu konsertir og kvøldsetur.

Umframt tónleikin sleppa áhoyrara at uppliva skaldskapin hjá hjúnunum Maud og Jens Paula Heinesen, Ólavi Michelsen og Thomas Napoleon Djurhuus (eisini nevndur Tongla-Tummas). Teir tríggir: Jens Pauli, pápi Elina, og Ólavur, pápi Eir, umframt Tongla-Tummas vóru bestu vinmenn í ungum árum, áðrenn teir báðir síðstu doyðu alt ov ungir.