Dánjal og Jonas ásanna ein linligan dyst

(Ljóðsamrøður) Hoyr samrøður við Dánjal á Lakjuni (ÍF) og Jonas Flindt Rasmussen (KÍ) her

Bæði Dánjal á Lakjuni (ÍF) og Jonas Flindt Rasmussen (KÍ) ásannaðu, at ÍF og KÍ ikki stóðu fyri tí stóru undirhaldsvirðinum, tá liðini spældu javnleik 1-1 í Fuglafirði í dag. Serliga í seinna hálvleiki var galið. Hetta ásannaðu teir í sendingini "Triði hálvleikur" á Rás2 fyrr í dag.

 

Dánjal helt fyri, at liðið runnu mest aftaná hvørjum øðrum, og Jonas helt ikki, at trongi vøllurin og nógvi vindurin løgdu upp til gott fótbóltsspæl í Fuglafirði í dag.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Rás2 hevði við Dánjal á Lakjuni og við Jonas Flindt Rasmussen.