Dánjal og ÍBV vunnu seg í finalurnar

ÍBV vann greiðan sigur á Hauki í fjórðu hálvfinaluni

Dánjal Ragnarsson var við í hópinum hjá ÍBV, ið vann seg í finalurnar um íslendska meistaraskapið í hondbólti á heimavølli  í kvøld.

 

ÍBV vann greiðan 34-27 sigur á Haukum í fjórðu hálvfinaluni. Í fyrra hálvleiki leikaði meira javnt á. Í steðginum var ÍBV á odda 17-16.

 

ÍBV vinnur hálvfinaluuppgerðirnar samanlagt 3-1.

 

Valur verður mótstøðuliðið hjá ÍBV í finalunum har spælt verður best av fimm dystum.