Dánjal og ÍBV fingu bank í fyrstu finaluni

Valur vísti hví teir eru favorittar til at vinna íslendska meistaraheitið

Dánjal Ragnarsson skoraði trý mál tá lið hansara, ÍBV var fyri stórtapi í fyrstu finaluni um íslendska meistaraheitið, har spælt verður best av fimm dystum.

 

ÍBV legði á Hliðarenda í Reykjavík rygg til eitt 25-35 stórtap. Í fyrra hálvleiki gekk av skriðuni hjá ÍBV, ið var aftanfyri heili 9-22 í steðginum.

 

Sunnudagin klokkan 17 verður onnur finalan millum liðini leikt úti í Heimey.

 

Triðja og møguliga seinasta finalan verður leikt í Reykjavík komandi mikukvøld.