Dánjal og ÍBV eru ein sigur frá at røkka finaluni

ÍBV er á odda 2-0 í hálvfinaluuppgerðunum móti Haukum

Dánjal Ragnarsson var við í hópinum hjá ÍBV, ið á heimavølli í kvøld vann 27-23 í aðru hálvfinaluni í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Gongdin í dystinum var hendan: 5:3, 8:6, 11:8, 14:11, 16:11, 18:13, 20:15, 21:16, 23:19, 26:20, 27:23.

 

Dánjal var ikki millum málskjúttarnar hjá ÍBV í kvøld. 

 

ÍBV vann  35-30 (14-15) í tí fyrstu hálvfinaluni. Spælt verður best av fimm dystum, so ÍBV er bert ein sigur frá at røkka finalunum. 

 

Triðja og møguliga seinasta hálvfinalan millum Haukar og ÍBV verður leikt á Hafnarfjørðinum komandi leygarkvøld klokkan 19.