Argja Bóltfelag boðar frá broytingum í hópinum til komandi kappingarár. Givið er, at AB ikki kemur at hava líka nógvar spælarar úti frá, nú felagið er flutt niður í 1.deild. Ein av teimum, sum sær út til at kunna fáa ágoðan av tí, er Dánjal Danielsen.
19 ára gamli miðverjin hevur broyt seg onkrar dystir í Betri deildini og hevur nú longt sáttmálan við AB. AB skrivar:
Eitt langt kappingarár er liðugt, sum fyri okkara viðkomandi tíverri endaði við einari niðurflyting. Hetta er, tíverri, ikki ein ókend støða, men felagið er við góðum treysti farið í gongd við at fyrireika seg til kappingarárið 2024, har besta mansliðið sostatt spælir í 1. deild.
Givið er, at broytingar verða í leikarahópinum. Fyri AB hevur tað tó stóran týdning, at vit í so stóran mun sum gjørligt varðveita okkara egnu lokalu spælarar, og tí gleðast vit um, at nakrar undirskriftir til komandi kappingarár longu eru komnar upp á pláss.
Fyrsti leikarin, ið vit kunnu kunngera, er 19 ára gamli miðverjin, Dánjal Danielsen, sum fyrr í kvøld skrivaði undir sáttmála fyri 2024.
Dánjal vann sær pláss í Betrideildarhópinum í fjør, har hann eisini spældi sínar fyrstu dystir við U19-landsliðnum. Í ár hevur Dánjal spælt átta dystir í Betrideildini - tann síðsta nú sunnudagin í sigrinum ímóti B36, har Dánjal saman við fleiri øðrum av okkara lokalu leikarum fekk víst, at knotur er í okkara monnum.
Í luftini er tað fáur maður, ið stendur høga miðverjanum kurl, og hetta hevur sæst aftur, tá Dánjal er farin framvið til deyðbóltar. Hann skoraði sítt fyrsta mál á besta liðnum í 2-0 sigri ímóti ÍF í juni, og á næstbesta liðnum í 2. deild hevur hann skorað heili seks mál í 13 dystum.
Dánjal Danielsen er ein leikari, ið AB hevur sera góðar vónir til, og væntandi fær hann ein størri leiklut á besta mansliðnum í 2024, har setningurin verður at fáa AB upp aftur í Betrideildina.