Í dag var fjórði dagurin á Danish Open 2017, og tískil næst seinasti dagurin í kappingini. Allir fýra dagarnar hava føroyingar rokkið finalu.
Í dag setti Signhild Joensen føroyskt met og juniormet í 50 rygg, og Róland Toftum setti føroyskt met í 100 bringu, umframt at báðir svimjararnir komu í finalu seinnapartin, skrivar svimjing.com
Hesi komu víðari í finalu í dag: Signhild Joensen (2000) 29.98, føroyskt met og nummar fimm í 50 rygg, og hon kom víðari til A-finalu. Frans Johannessen (1992) 51.40 og nummar seks í 100 frí, og hann kom víðari til A-finalu og Róland Toftum (1998) 1:06.24, føroyskt met og nummar 11 í 100 bringu, og hann kom víðari til B-finalu.
Hartil er Óli Mortensen í skjótasta riðli í 1500 metra frísvimjing, nú seinnapartin, við 15:36.96 og skjótastu tilmeldingartíð av øllum. Hann vann greitt 800 frí nú sunnudagin, á stórt sæð hesum somu sum hann nú skal kappast við, og liggur tí væl fyri at taka gullið á báðum hesum longstu teinum, skrivar svimjing.com