Danish Dynamite

Størsta sensatiónin higartil í HM-endaspælinum gjørdist veruleiki, tá franska landsliðið endaði á aftasta plássi í bólkaspælinum eftir 2-0 tapið móti Danmark. Senegal fer eisini víðari eftir ein dramatiskan dyst móti Uruguei, sum endaði 3-3

Danska tjóðin er á gosi, eftir at Olsenbandin, sum liðið nú verður kallað, vann bólkin og sostatt tryggjaði sær víðari luttøku í HM-endaspælinum. Senegal megnaði við neyð og deyð at koma víðari við at spæla javnt 3-3 móti Uruguay. Frakland, sum eigur bæði HM og EM-heitið, endaði aftast í bólkinum og skoraði einki mál í teimum trimum dystunum.
Danmark vann 2-0 á heimsmeistarunum tíðliga sunnumorgunin. Dennis Rommedahl skeyt fyrsta málið eftir góðar tjúgu minuttir. Rommedahl gjørdist púra leysur frammanfyri málinum, tá Stig Tøfting legði ein bólt innfyri, og tann skjóti vongurin hevði lætt við at skora.
Støðan undan dystinum var hon, at Frankaríki skuldi vinna við tveimum málum fyri at koma víðari, og hetta málið noyddi tí Frakland fram á vøllin. Hóast franska liðið royndi at leggja trýst á Danmark, so eydnaðist tað ikki serliga væl. Zinedine Zidane spældi sín fyrsta dyst í endaspælinum, men hann tóktist darvaður av skaða og var als ikki tann vandamikli miðvallarin, sum vit kenna hann.
Um miðan seinna hálvleik fingu menninir hjá Lemerre mønustingin. Jon Dahl Tomasson skoraði næsta málið í dystinum. Í einum skjótálopi legði Jesper Grønkjær innfyri til Tomasson, sum skoraði trygt.
Dysturin endaði 2-0, hóast Frankaríki hevði onkran góðan málmøguleika.

Senegal víðari
Umframt Danmark fer lítla afrikanska landið Senegel eisini víðari. Hetta er fyrstu ferð, at Senegal luttekur í einum HM-endaspæli, men liðið hevur spælt sera væl og vunnið sær pláss í næsta umfari.
Tað var tó við neyð og deyð, at Senegal kom víðari. Afrikanska liðið skuldi hava javnleik móti Uruguei í seinasta dystinum, men tað var nær við, at Senegal misti á stokkinum.
Í steðginum førdi Senegal 3-0, og tí tóktist eingin ivi um, at Senegal fór at vinna dystin og møguliga enda á fyrsta plássi. Málini skutu Khalilou Fadiga við brotssparki og Papa Bouba Diop (2). Men Uruguei legði út sum eitt óløgi eftir steðgin, og minkaði beinanvegin um munin við Richard Morales, meðan Diego Forlan skoraði til 3-2. Alvaro Recoba javnaði við brotssparki í 87. minutti, men hóast Uruguei hevði ein stóran málmøguleika í teimum seinastu sekundunum, megnaði Senegal at fáa javnleikin.
Fyrsta endaspælið hjá Senegal endaði sostatt við, at liðið fer víðari saman við Danmark, og tað var sera óvæntað.
Hesi bæði londini skulu nú møta Englandi, Svøríki ella Argentina í næsta umfari.

Frankaríki ? Danmark 0-2 (0-1)
0-1: Dennis Rommedahl
0-2: Jon Dahl Tomasson

Uruguei ? Senegal 3-3 (0-3)
0-1: Khalilou Fadiga, br.
0-2: Papa Bouba Diop
0-3: Papa Bouba Diop
1-3: Richard Morales
2-3: Diego Forlan
3-3: Alvaro Recoba, br.