Danish Brewery Group skift umboð

Føroyska umboðið hjá The Danish Brewery Group A/S skiftir frá 3. juni 2002 umboð í Føroyum

Í samband við tær broytingar, sum eru farnar fram í Eysturoyar Heilsølu, hevur The Danish Brewery Group A/S í samráð við Eysturoyar Heilsølu gjørt av, at samarbeiðið skal halda uppat 31. maj 2002. Danish Brewery Group selur millum annað tær vælkendu Faxe Kondi sodavatnirnar.
? Eysturoyar Heilsøla hevur í samfull 30 ár røkt okkara sølu við góðum úrsliti, og hetta eru vit takksamir fyri, sigur Danish Brewery Group í tíðindaskrivi.
Frá 3. juni 2002 yvirtekur Poul Michelsen søluna av Faxe-drekkivørum í Føroyum. Samstundis verður sagt, at starvsfólkini á Eysturoyar Heilsøllu, sum hava havt við Danish Brewery Group at gera, øll flyta yvir til P/F Poul Michelsen og koma har at taka sær av sølu- og marknaðarrøkt av vørum hjá Danish Brewery Group.