Danir vunnu í síðsta sekundi

Við einum máli hjá Hans Lindberg í seinasta sekundi vann Danmark fyri løtu síðani tann sera týdningarmikla dystin ímóti Makedonia í EM-millumfarinum.

 

Tað var annars Makedonia, sum var á odda tað mesta av dystinum, og í hálvleikinum vóru makedonar á odda 19-16. Men við tveimum sera vælleikandi Bo Spellerberg og Mikkel Hansen togaðu danir seg upp á javnt og framum. Í næstsíðsta minutti javnaðu makedonar til 32-32 og høvdu møguleika at fara framum. Men danski málverjun, Niklas Landin bjargaði, og so skoraði Lindberg beint fyri dystarlok.

 

Besti málskjútti hjá dønum var Mikkel Hansen við 12 málum. Kiril Lazarov skjeyt 13 mál fyri Makedonia.

 

Danir skulu spæla næsta dyst ímóti Týsklandi mánadagin og so ímóti Svøríki mikudagin.