Danir vunnu landsdystin

Landsdystur fyri sterkar menn er í Vági í dag, og hóast tvær disiplinir eru eftir er greitt, at danir vinna dystin.

Landsdystur fyri sterkar menn er í Vági í dag, og hóast tvær disiplinir eru eftir er greitt, at danir vinna dystin.

 

Danir hava verið munin stinnari í landsdystinum fyri sterkar menn, sum er í Vági í dag.

 

Fyrsta disiplinin kallast Farmers Walk, har tað ræður um at bera tvey 135 kilo tung lodd 20 metrar skjótast tilber. Danir vunnu við tíðini 7,25 sekund, meðan føroyingurin brúti 8,44 sekund.

 

Síðani skuldu rulla eitt dekk átta ferðir runt, sum vigaði 420 kilo. Danir brúktu 38,41 sekund, meðan føroyingar brúktu 39,66 sekund.

 

Triðja disiplinin var at halda tveimum oljutunnum uppfrá, sum vigaðu 170 kilo hvør. Hetta megnaðu danir í 46,12 sekund, meðan føroyingar kláraðu 43,44 sekund.

 

Beint nú er steðgur í suðuri í Vági, og suðuroyingar eru bodnir at bera 135 kilo tunga loddið frá Farmers Walk eitt fet, og megnaðu teir tað, var ein ølkassi at vinna. Men eingin bjóðaði seg til.

 

Tvær disiplinir eru eftir, og føroyingarnir mugu nú at stríðast fyri æruni, tí landsdysturin er longu taptur.