Danir vunnu Grand Prix

Leygarkvøldið vunnu Olsen brøðurnir vegna Danmark Grand Prix sangkappingina 2000. Ikki síðani 1963 hava danir verið á odda og ikki øll vóru so vís í, at teir nakrantíð aftur fóru at koma á ovastu rók. Ummælarar fóru ikki væl við Olsen brøðrunum undan kappingini

Tá Jørgen og Noller Olsen vunnu Grand Prix leygarkvøldið, vóru tað als ikki tveir spáddir vinnarar, ið fegnir kundu syngja vinnaralagið Smuk som et stjerneskud.

Í 1963 vunnu Grethe og Jørgen Ingemann vegna Danmark við lagnum Dansevise. Síðani hevur verið misjavnt við eydnuni hjá dønum í prix sangkappingini og røddir hava verið frammi um, at danir áttu at tikið seg burturúr kappingini. Eisini hava ávísar broytingar verið, ið hava bent tann vegin.


Glaðir taparar

Ikki øll hava gott at bera donsku luttøkni í Grand Prix seinnu árini og ummælarar eru ikki farnir væl við Olsen brøðrunum undan kappingini leygardagin.

Í Aktuelt leygardagin skrivar Sørine Gotfredsen grein, har hon heldur lítið um donsku luttøkuna seinnu árini og heldur ikki væntaði hon sær stórvegis frá Olsen brøðrunum. Hon nevnir teir De glade tabere.

Hon metti í leygardags grein síni, at danir eiga at kenna stoltkeika, tá teir leygarkvøldið fara til botns í prix kappingini, tí hetta vísir, at danir hava valt við hjartanum og ikki lata seg stýra av vinnara útrokning ella trongd til at líkjast restini av Europa.

Med 'Smuk som et stjerneskud' har Brødrene Olsen ikke alene skrevet en usangbar og charmerende umelodisk sang, der truer med at gå mumlende i stå, hver gang der ikke er noget omkvæd - de udgør også med deres

midaldrende ansigter og hyggelige slidte stemmer lige præcis det par, man ville elske at få på besøg i sin kolonihave, sigur ummælarin.

Mett verður víðari í greinini, at hetta við ikki at vinna er júst tað, ið danir hava gjørt í áravís.Hon ivast tó í, um tað altíð er við vilja, at danir velja ein tapara at senda avstað, ella um tað til tíðir veruliga verður hildið, at nú er ein møguleiki.

Gotfredsen heldur fram: Men her til lands lever den indre Olsen i allerbedste velgående, og i det øjeblik de to brødre i aften går på scenen i Stockholm og blinker hjem til os,, vil vi pludselig vide besked.

Så vil det stå klart, at vi igen har valgt med hjertet og intet andet, og at de to musikalske pædagoger - Jørgen og Noller - ikke vinder Grand Prix'et, og at det dybest set heller ikke var det, vi valgte dem til.

Vi valgte dem for deres grånende hår og nostalgiske værdi og for deres glade runde budskab - og vi valgte dem, fordi en ganske bestemt side af vores danske natur stadig i visse sammenhænge pludselig slår helt suverænt igennem.


Sólin sær á taparar

Olsen brøðurnir hava verið við í mong, mong ár. Báðir starvast teir innan skúla og mentan, og hava tónleikin framíhjá.

Eftir danska siðurin leygarkvøldið fegnast fjølmiðlarnir. Ekstrablaðið skrivar um Guderne Olsen og at teir báðir - midaldrende pædagoger - vórðu heiðraðir í Tivoli av fólki í túsundtal. Politiken metir vinnaralagið sum eitt stjørnuskot til eina milliard, um ein hugsar um marknaðarførslu av Danmark.

Óvantaður sigur?. Ja, kanska, men Danmark er aftur við í fremsturøð, hóast myrku og heldur niðurgerandi spádómarnar undan kappingini. Greinin í Aktuelt endar soleiðis:

Det bliver en lykkelig lørdag aften for Danmark, for vi vil komme til at sige

godnat til Sverige med oprigtigheden og to rare brødre i behold.

Vi har nemlig ikke valgt at sende en taber til det internationale Melodi Grand Prix, fordi vi demonstrativt vil holde fast i os selv og vores særkende - vi vælger en taber, fordi vi hinsides musikalske ambitioner og påvirkning fra den store verden stadig af og til befinder os helt i hænderne på den glade indre Olsen.

I aften, når 'Smuk som et stjerneskud' ryger direkte til bunds, vil vi tydeligere end længe forstå, at det er smukt at tabe, når man gør det, fordi man har valgt sig selv, og når natten sænker sig over Stockholm, vil vi tænke præcis, som Brødrene Olsen selv gjorde i deres store hit fra 1973:

For what we are, and what we'll be - the sun keeps shining on losers like you and me

Vi taber i aften, og vi gør det med glæde, for vi gør det som os selv.

Men tað skuldi ganga øðrvísi, enn ummælarin spáddi, og leygarkvøldið vann Danmark aftur Grand Prix á øðrum sinni. Fyrruferð var í 1963.