John Johannessen
Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, heldur tríggjar grundgevingar vera fyri, at triðji hvør dani tekur undir við, at Føroyar fara út úr ríkisfelagsskapinum, eins og vejarakanning í danska blaðnum, Aktuelt, sýndi týsdagin.
Men høvuðsgrundgevingina heldur Jóannes Eidesgaard vera, at danir virða føroyingar og tískil eisini føroysk ynski. Hann heldur, at tá danir fáa at vita, at føroyingar fegnir vilja úr ríkisfelagsskapinum, skulu teir eisini sleppa tað.
Tó hevur formaður Javnaðarfloksins eisini tvær aðrar grundgevingar. Tann fyrra er, at uppleggið, landsstýrið legði fyri donsku stjórnina undir fyrsta samráðigarfundinum, var alt ov ógvusligt og provokerandi.
? Búskaparligi parturin í hesum útspæli legði upp til, at føroyska skuldin til Danmark skal strikast, somuleiðis sum vit skulu halda fram at fáa blokkstuðul frá dønum langa tíð framyvir. Somuleiðis legið uppleggið upp til, at føroyingar skulu varðveita øll verandi rættindi, sjálvt, um vit fara út úr ríkisfelagsskapinum. Hetta hevur sjálvsagt øst danir, staðfestir Jóannes Eidesgaard.
? Hesi hørðu krøv úr Føroyum hava helst birt upp undir eina øsing millum vanligar danir móti føroyingum, og tí halda teir, at best man vera at sleppa sær av við Føroyar sum skjótast, sigur Jóannes Eidesgaard.
Triðju orsøkina til, at 77 prosent av dønum halda, at Føroyar skulu sleppa út úr ríkisfelagsskapinum, heldur Jóannes Eidesgaard vera, at vitanargrundarlagi millum vanligar danir um Føroyar og støðu tess í ríkisfelagsskapinum er ov vánaligt.
Leiðandi spurningur
Jóannes Eidesgaard loyvir sær kortini at ivast í, um veljarakannigin, sum PLS Consult hevur gjørt fyri Aktuelt, gevur ta heilt røttu myndina av, hvat danir halda um ríkisfelagsskapin og Føroyar.
Í kanningini eru 1017 danir spurdir, um teir eru fyri ella ímóti, at Føroyar verða sjálvstøðugar og harvið fara út úr ríkisfelagsskapinum. Henda spurning heldur Jóannes Eidesgaard tað vera sjálvsagt, at danir svara ja til, um teir virða føroyingar. Tað sýnir kanningin eisini, tí 77 prosent svara ja.
Men Jóannes Eidesgaard heldur, at úrslitið hevði verið eitt annað, um danir eisini vórðu spurdir, um teir halda, at ríkisfelagsskapurin eigur at halda fram.
? Varð hesin spurningur settur, eri eg vísur í, at stórur meiriluti av teimum spurdu høvdu svarað ja, sigur formaður Javnaðarfloksins. Hann heldur nevniliga, at vanligir danir halda nógv um ríkisfelagsskapin, hóast teir ikki hugsa um hann dagliga, sigur Jóannes Eidesgaard.
Jóannes Eidesgaard ásannar, at eitt tað er ósamsvar ímillum røðuna hjá danska forsætisráðharranum undir spurnarorðaskiftinum, tá hann segði, at allir danir ynskja, at Føroyar skulu verða verðandi í ríkisfelagsskapinum og úrslitið av veljarakanningini. Men hann heldur kortini, at nakað er um orðini hjá Nyrup. Tað heldur hann, at vit høvdu fingið prógvað, um veljarakanningin eisini spurdi, um danir ynskja ríkisfelagsskapin at halda fram.
Øsing orsøk til stutta skiftistíð
Veljarakannigin hjá Aktuelt sýnir eisini, hvørja hugsan danir hava um, hvussu long búskaparliga skiftistíðin skal vera, fáa Føroyar fullveldi. Úrslitið er heilt greitt. Danir halda, at føroyingar eiga at fáa eina skiftistíð, ið er fýra ár, eins og danska stjórnin leggur upp til.
Orsøkina til hetta úrslit ivast Jóannes Eidesgaard onga løtu í. Hann er sannførdur um, at krevjandi og harða samráðingarupplegg føroyinga hevur øst danir. Teir halda føroyingar vera kravmiklar og frekar, og tí taka teir undir við danska forsætisráðharranum, ið sigur, at føroyingar ikki skulu hava longri skiftistíð enn trý til fýra ár.
? Eg haldi, at danir føldu uppleggið sum mannminkandi, og tí eru teir vorðnir so harðir móti føroyingum, sigur Jóannes Eidesgaard og ger greitt, at var samráðingaruppleggið eitt sindur siðiligari, er hann vísur í, at bæði stjórnin og danir høvdu tikið undir við einari longri skiftistíð.
? Hatta við stutt skiftistíðini er fyrst og fremst ein spontan reaktión av harða upplegginum, staðfestir formaður Javnaðarfloksins.