Danir vilja tvífalda prísin á sigarettum

Summi fegnast meðan onnur halda at tað fer at elva til trupulleikar

Ein kanning, sum Epinion hevur gjørt fyri DR,vísir, at ein meiriluti av danum halda, at ein pakki av sigarettum átti at kosta meir enn hann ger í dag. Fleiri halda, at prísurin á sigarettum skal upp á 90 krónur fyri pakkan, sum er meir enn tvífalt tað, ein sigarett pakki kostar í Danmark í dag. 

 

 

59 prosent av teimum spurdu siga, at tey taka undir við ella hugsa um at taka undir við, at prísurin hækkar, soleiðis, at hann líkist prísunum á sigarettum í Noregi. Í Noregi kostar ein pakki av sigarettum 90 krónur. Ein fjórðingur av teimum spurdu taka ikki undir við, at prísurin hækkar. 

 

 

– Eg fegnist um, at ein meiriluti av fólki tekur undir við ynskjum okkara um at hækka prísin á sigarettum munandi, sigur Niels Them Kjær, verkætlanarleiðari fyri Kræftens Bekæmpelse, við DR. 

 

 

Karsten Lauritzen, skattamálaráðharri, sigur við DR, at kanningin vekir áhuga, men enn er stjórnin ikki til reiðar til at hækka prísin á sigarettum munandi, so hann líkist prísinum í Noregi.  

 

 

- Eg haldi ikki, at prísurin av sigarettum skal hækka munandi, tí so fáa vit aðrar trupulleikar. Millum annað fer handilin millum landamørkini at vaksa. Tí skal ein hugsa seg væl um, áðrenn prísurin av tubbaki verður settur so nógv upp, sigur Karsten Lauritzen við DR.