Danir vilja framvegis ikki hava evruna til gjaldoyra ístaðin fyri krónuna. Tvørturímóti vísir ein kanning hjá Danske Bank, at evran fær minni og minni undirtøku millum danir. Í kanningini siga, og 42 prosent siga ja ella kanska, men 54,9 prosent siga, at tey vilja ikki hava evruna.
Verður bara hugt at teimum, sum hava tikið endaliga avgerð, so siga 25,5 prosent, at tey fara við vissu at atkvøða fyri evruni, men 43,5 prosent eru líka vís í, at tey fara at siga nei.
Danske Bank sigur í einari viðmerking til kanningina, at kemur spurningurin um evruna sum gjaldoyra í Danmark til fólkaatkvøðu í næstum, er eingin ivi um, at svarið verður eitt greitt nei.
Bankin gjørdi kanningina teir fyrstu 14 dagarnar í desember, og bankin heldur, at trupulleikarnir í Írlandi og aðrastaðni í Evropa fáa nógvar danir at venda sær frá tankanum um eitt felags evropeiskt gjaldoyra.