Óhappið á Fukushima-verkinum hevur fingið fólk í nógvum londum at seta spurnartekin við, hvussu trygg kjarnorka er sum orkukelda. Eisini danir hava hugsað um spurningin. Í einari meiningakanning, sum Politiken hevur gjørt, siga 40 prosent av teimum spurdu, at tey eru ímóti kjarnorku, og at tann støðan verður ikki broytt. Í einari tilsvarandi kanning á heysti í 2009 søgdu 31 prosent tað sama.
Samstundis eru tað færri danir, sum vilja hava kjarnorku. Í kanningini hjá Politiken siga sjey prosent, at tey taka avgjørt undir við kjarnorku. Í 2009-kanningini høvdu 12 prosent ta áskoðanina.
Veðurlags- og orkumálaráðharrin, Lykke Friis, sigur við blaðið, at kjarnorka er ikki tann rætti vegurin hjá dønum at nøkta orkueftirspurningin frameftir. Tað halda báðir stjórnarflokkarnir, og andstøðan í Fólkatinginum hevur somu áskoðan.










