Danir vilja ikki hava evruna

Evran fær minni undirtøku í Danmark nú enn fyri fáum mánaðum síðani Nú er aftur meiriluti í Danmark ímóti at seta evruna í gildi ístaðin fyri krónuna. Ein nýggj kanning hjá Rambøll vísir, at 45,2 prosent vilja varðveita krónuna, meðan 43,7 prosent vilja hava evruna sum gjaldoyra.

Hetta er ein broyting í mun til eina tilsvarandi kanning í januar, tí tá vildu 49,8 prosent hava evruna, meðan 44,6 prosent søgdu nei.

Hóast undirtøkan fyri evruni er minkandi, heldur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, fast um, at ætlanin er framvegis at hava fólkaatkvøðu um evruna í hesum valskeiðinum. Tað er tó ein fyritreyt, at flokkarnir í Fólkatinginum hava tikið greiða støðu í málinum, sigur hann.