Danir: Vandi fyri kreppu í føroyska búskapinum

Det systemiske risikoråd í Danmark hevur í morgun sent út eina ávaring um, at ov nógv ferð er á búskapinum í Føroyum

Danska váðaráðið sigur í skrivi í morgun, at vandin er fyri, at føroyski búskapurin er í ferð við at enda við stórum systemiskum vandum. Hetta er nakað, sum okkurt má gerast við beinanvegin.

 

Stjórnin hevur skyldu áðrenn tríggir mánaðir eru farnir at gera eina frágreiðing, har sagt verður um neyvari kanningar skulu gerast, ella um tiltøk skulu setast í verk beinanvegin.

 

Danska váðaráðið hevur eisini til uppgávu at halda eyga við við systemisku menningini og vandunum í føroyska búskapinum. Ráðið skrivar, at klár tekin eru um, at systemisku vandarnir eru á veg í búskapinum.

 

Ráðið vísir á, at bankarnir læna meira út, og at allur føroyskur búskapur í veruleikanum er treytaður av útflutninginum av alifiski og fiski. Eitt greitt tekin um ovurupphiting eru húsaprísirnir í Havn.

 

Tað sigur, at góðu tíðirnar við høgum inntøkum kunnu hava við sær, at optimisman í samfelagnum gerst ov stór. Eitt skifti í inntøkunum kann hava við sær, at føroyskir peningastovnar koma undir ógvusligt trýst.

 

Umboð fyri danska vinnumálaráðið ásanna, at ráðið er komið við einari ávaring. Eisini síga tey, at prísirnir á húsum eru høgir, men umboðini fyri vinnumálaráðið siga hinvegin, at vandin fyri systemiskari kreppu ikki er nú.

 

Umboðini mæla til varsemi og danska stjórnin fylgir við tí, sum hendir í føroyska búskapinum.