Sambært einari uppgerð hjá Danske Bank eiga danir 579.000 krónur í part. Tá eru fastar ognir, virðisbrøv, bilar, innbúgv og reiður peningur tald saman.
Seinastuni árini er virðið á sethúsum, íbúðum og summarhúsum hækkað nógv í Danmark, og tað hevur havt við sær, at í dag eru húsini hjá dønum 2.000 milliardir krónur verd. Harumframt eiga danir 2.200 milliardir krónur í pensjónsgrunnum. Bilarnir eru mettir til 186 milliardir krónur og innbúgvið til 92 milliardir krónur, sigur metingin hjá Danske Bank.