Í Danmark er nú politiskur meiriluti fyri at tvífalda bøturnar fyri brot á ferðslulópgina Stjórnarflokkarnir og Danski Fólkaflokkurin siga, at bøturnar fyri at bróta ferðslulógina eru ov smáar, og at tær tí ikki fáa fólk at hugsa seg nóg væl um. Tí eru stjórnin og DF um at hækka bøturnar.
Kim Christensen, sum er framsøgumaður hjá DF í ferðslumálum, sigur við DR, at bilførarar hava mist virðingina fyri ávísum pørtum av ferðslulógini, og at størri bøtur kunnu hjálpa. Sjálvur heldur hann, at bøturnar eiga at vera minst tvær ferðir størri enn nú.
Karsten Nonbo úr Vinstra sigur við DR, at eftir hansara tykki er tað serliga umráðandi at herða revsingina hjá teimum, sum við sínum brotum eru ein vandi fyri onnur í ferðsluni.