Danir trupulleikar av úlvum

Og nú ætla politikararnir at gera nakað við trupulleikan.

Politiskur meiriluti er í donsku stjórnini fyri at halda stýr á støðuni hjá úlvum í Danmark. Dansk Folkeparti og Sosialdemokratarnir eru fyri at skjóta vandamiklir úlvar, hóast úlvurin er friðaður. 

 

 

Ein spurnarrunda hjá TV Midtvest vísir hesa niðurstøðuna, eftir at eitt úlvapar nærhendis Holstebro hevur fingið átta ungar. Teir mongu ungarnir hava fingið kjakið á rull. Millum annað hevur ein seyðamaður sagt, at hann skjýtur úlvin, um hann kemur ov tætt at hansara seyðum. Ein veiðumaður hevur sagt seg stúra fyri tryggleikanum hjá børnum hansara, meðan onnur ikki halda orsøk er fyri at stúra.

 

 

- Eg haldi ikki, at vit hava pláss fyri úlvum. Vit kunnu ikki hava úlvar uttan at vænta, at teir fyrr ella seinni koma í samband við fólk, sigur Pia Adelsten, sum er talskvinna hjá Dansk Folkeparti fyri viðurskifti, sum hava við umhvørvið at gera. 

 

 

- Átta ungar vitna um, at vit fyrr ella seinni fáa trupulleikar, sigur hon. Enhedslisten og Alternativet vilja tó lata úlvarnir fáa frið. 

 

 

- Vit eru fegin um, at tað eru úlvar í Danmark og at teir nú fáa  ungar. Tað er syrgiligt, at ein ræðuslukampagna nú koyrir móti úlvunum. Tað er bæði láturligt og troyttandi at hoyra, sigur talskvinnan fyri umhvørvi hjá Enhedslisten, Maria Reumert Gjerding.  Víðari sigur Alternativet, at tey ikki halda nakað skal gerast. 

 

 

- Vit hava tørv á villari náttúru í Danmark. Danska náttúran er eitt sindur keðiligt. Hon verður meira dynamisk og spennandi, um vit fáa fleiri vill djór, sigur Christian Poll frá Alternativet. 

 

 

/ritzau/