Danir styðja Libya-kríggið

Tá Danmark fór upp í átakið í Libya fyri trimum mánaðum síðani, tók umleið helmingurin av fólkinum undir við avgerðini, og nú vísir ein nýggj kanning, at støðan er tann sama í dag. Kanningin, sum Jyllands-Posten hevur latið gera, vísir, at 50,5 prosent av teimum spurdu taka undir við, at Danmark er við í krígnum.

Í kanningini sæst, at tað eru serliga menninir og veljararnir hjá teimum borgarligu flokkunum, sum styðja krígsførlsuna í Libya.

Danska verjumálaráðið sigur, at síðani kríggið byrjaði, hava donsk flogfør verið 302 ferðir yvir Libya, har tey hava slept 502 bumbum. Hvør bumba kostar knappar 300.000 krónur, og sostatt hava flogførini brúkt bumbur fyri einar 150 milliónir krónur í Libya-krígnum, skrivar blaðið.

Tey donsku flogførini hava bumbað lóðurgoymslur, stríðsvognar og aðra hernaðautgerð. Óváttað tíðindini vilja vera við, at tey donsku flogførini hava eisini bumbað hús hjá Muammar Gaddafi.