Danir søgdu rungandi ja

Stórur meiriluti av dønum vilja taka av 30 ára gamla verjufyrivarnið

 

(Foto: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix 2022)

Tað er triðju ferð, at Danmark fer til fólkaatkvøðu um eitt ES fyrivarni, men tað er fyrstu ferð, at tað verður avtikið.

Fyri fyrstu ferð hava donsku veljararnir atkvøtt ja til at taka av eitt ES fyrivarni.

Tá atkvøðurnar vóru taldar um 22 tíðina í kvøld var greitt, at meiriluti er fyri at taka av fyrivarnið.

66,90 prosent hava atkvøtt ja til at taka av fyrivarnið, meðan 33,1 prosent hava atkvøtt nei.

Tað vísa tøl frá KMD, sum millum annað stendur fyri at savna saman valúrslitið elektroniskt.

Longu stutt eftir at valstøðini stongdu, tyktist tað at benda á meiriluta fyri at taka av fyrivarnið.

Eitt ja merkir millum annað, at Danmark kann verða fult við í felags trygdar- og verjusamstarvinum hjá ES. Danmark fer eisini at kunna vera við til at kjakast um og gera av, hvussu og nær ES skal seta hernaðarlig tiltøk í verk.

Tað er triðju ferð, at tað er fólkaatkvøða um eitt av teimum fýra ES-fyrivarnunum, sum Danmark hevur havt síðani 1993. Hinar báðar ferðirnar søgdu veljararnir nei.

/ritzau/

 

 

(Foto: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix 2022)