Ein nýggj kanning, sum KMD Analyse hevur gjørt, avdúkar, at danir snýta kommnunurnar fyri millum sjey og tólv milliardir krónur á hvørjum ári. Tað er millum trý og fimm prosent av teimum sosialu veitingunum, sum kommunurnar rinda.
Kanningin hjá KMD vísir eisini, at nógvir danir eru í øðini um, at teirra landsmenn snýta tær sosialu skipanirnar, og at fleiri melda grannan, um tey varnast, at hann snýtir. Í fjør avdúkaðu kommunurnar fólk, sum snýttu fyri 350 milliónir krónur, og í fleiri førum vóru tað fólk, sum høvdu sagt kommununi frá, at grannin ella ein kenningur snýtti.
?Tann nýggja kanningin staðfestir, at nógv fólk í Danmark halda sosialt svik vera verri enn svart arbeiði og næstan líka ringt, sum um onkur breyt inn heima hjá teimum.
-Hetta er jú at taka nakað frá øðrum, sigur ein ónevndur borgari við danska kringvarpið.
Kommunurnar vilja hava møguleika at samkoyra skrásetingar, so tær fáa betri møguleikar at avdúka, um fólk fáa veitingar, sum tey í roynd og veru ikki hava rætt til. Tað krevur broyting í datalógini, og hana er stjórnin til reiðar at gera, sigur sosialdemokratiski framsøgumaðurin í rætrtarmálum, Ole Hækkerup, við DR.