Danir skylda tí almenna støðugt meiri og meiri skatt. Nýggj tøl hjá hagstovuni í Keypmannahavn vísa, at við ársbyrjan í ár var skuldin 62,1 milliardir krónur, og tað er 5,2 milliardir meiri enn eitt ár frammanundan.
Hagstovan sigur, at tað eru bæði einstaklingar og partafeløg, sum hava ilt við at halda sínar skyldur mótvegis skattavaldinum. Sagt verður, at eftirstøðurnar eru vaksnar munandi síðani 2007.
Í teimum 62,1 milliardunum er peningur, sum er settur av til møguligt tap, og danska hagstovan sigur, at verður hesin parturin tikin burturúr, var skattaskuldin 49,3 milliardir krónur á nýggjárinum. Tað var 1,6 milliard krónur meiri enn næstseinasta ársskiftið.










