Danmark hevur fingið eina ringa byrjan uppá HM. Fyri uttan at tapa 2-0, so sá danska liðið ongantíð út sum eitt lið, ið kundi gera nakað við Holland. Stutt eftir hálvleikssteðgin kom Holland á odda. Eftir innlegg úr vinstru stútaði vinstri bakkurin hjá dønum, Simon Poulsen, bóltin í ryggin á Daniel Agger og bólturin sníkti seg umvegis stongina í mál.
Eftir málið hevði Danmark lítið at bjóða uppá. Nicklas Bendtner varð millum annað útskiftur og maðurin, ið kom í hansara stað hevði einki at boða. Seinni kom Jesper Grønkjær inn og hann gjørdi eitt sindur um seg, men tað var ikki nokk.
Móti endanum økti Dirk Kuyt til endaliga úrslitið 2-0.
Klokkan 15 varður seinni dysturin í bólki E millum Kamerun og Japan.









