Tað skal vera danska stjórnin, sum skal rinda rokningina fyri tað, sum tað kostar at loynilurta eftir føroyingum.
Tað halda bæði samgongan og andstøðan í løgtinginum
Løgtingið hevur stutt síðani samtykt at geva løgregluni víðari ræsur at loynilurta eftir føroyingum í sambandi við álvarslig brotsverk, sum kunnu geva minst seks ára fongslulsrevsing. Bara samgongan atkvøddi fyri.
Men nú ætla bæði samgonga og andstøða, at danska stjórnin skal rinda tað sum tað kostar Føroya Tele og Vodafone at útvega sær neyðugu útgerðina, so at tað ber til at loynilurta.
Meirilutin í vinnunevndini, sum er Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró og Janus Rein úr samgonguni, staðfesta, at tað eru ógvuliga fá brotsverk, sum eru so álvarslig, at løgreglan fær heimild at loynilurta eftir fólki-
- Tí kann tað ikki vera rímiligt, at rokningin verður send til hvønn borgara í landinum, heldur samgongan í vinnunevndini.
Tey halda, at tað er ikki rætt, at telefyritøkurnar skulu rinda fyri útgerðina, sum krevst fyri at loynilurta eftir fólki, tí tær fara allarhelst at senda rokningina víðari til brúkaran.
- Undir øllum umstøðum eigur brúkarin ikki at gjalda rokningina, sigur samgongan.
Men Løgtingið kann ikki uttan víðari kann áleggja donsku stjórnini at rinda gildið.
Tí heldur samgongan, at landsstýrið eigur at kanna málið nærri, og skjótast gjørligt at taka samráðingar upp við danskar myndugleikar um at rinda fyri neyðugu útgerðina til føroysku telefyritøkurnar.
- Hetta má landsstýrið taka upp í samráðingum við danskar myndugleikar, sigur samgongan í vinnunevndini.
Fyri at geva landsstýrinum eitt hóskandi skotbrá at samráðast við danir skal løgtingið samtykkja at útseta lógina í eitt ár, til 1. juli í 2015, heldur samgongan í vinnunevndini.
Minnilutin í vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, Aksel V. Johannesen og Kári P. Højgaard, úr andstøðuni, er samd í, at danir eiga rokningina.
Løgreglan í Føroyum er danskt málsøki, og gjald og vald skulu fylgjast, sigur minnilutin.
- Tí er tað sjálvsagt, at tað ikki eru føroysku telefyritøkurnar, og sostatt føroyski brúkarin, sum skulu bera hendan kostnað.
Hinvegin vísir minnilutin á, at Dátueftirlitið mælir frá at samtykkja uppskotið so leingi, sum ógreiða er um, antin tað er danska ella føroyska Dátueftirlitið, sum skal hava eftirlitið
Samstundis heldur minnilutin eisini, at tað er alt ov illa lýst, hvussu viðkvæmir upplýsingar hjá borgarunum verða nóg væl vardir í sambandi við loynilurting og tí heldur hann, at Løgtingið skal fella málið.
|