Danir missa landsliðsvenjaran
Danski landsliðsvenjarin í fótbólti. Morten Olsen, hevur gjørt av at gevast í starvinum, tá ið sáttmáli hansara er liðugur aftan á EM í 2012.
Tað siga danskir fjølmiðlar í dag.
Morten Olsen sigur, at hann hevur boðað DBU frá, at hann er ikki sinnaður at skriva undir nýggjan sáttmála. Sjálvur kallar hann avgerðina púra ódramatiska og staðfestir, at hetta hevur onki við ónøgd at gera, men nú heldur hann bara, at rætta skilnaðarstundin er komin.
Men hann vildi boða frá í góðari tíð fyri at geva danska fótbóltssambandinum góða tíð at finna ein avloysara