Danir á skeið fyri at gerast betri foreldur

Foreldur í Danmark tekna seg sum ongantíð áður til foreldraskeið fyri at læra, hvussu tey skulu ala børnini upp. Donsk foreldur kenna seg so ótrygg í foreldraleiklutinum, at øll foreldraskeið eru fullteknað, skrivar danska blaðið Politiken.

 

 

 

Politiken hevur spurt seg fyr hjá landsfelagnum hjá donsku kommununum og hjá privatu fyritøkuni FamilyLab, sum skipar fyri foreldraskeiðum. Niðurstøðan er púra greið. Útselt er til øll skeið, sum verða bjóðað foreldrum, ið halda seg hava brúk fyri hjálp at ala børnini upp.

 

 

 

Talan er um heilt vanlig foreldur, sum ikki skammast av at viðurkenna sínar egnu veikleikar, tá talan er um barnauppaling.

 

 

 

- Nógv foreldur vilja bara gerast betri foreldur, men vit uppliva eisini eitt ættarlið av foreldrum, sum kenna seg ótrygg og hava torført við at hava ábyrgdina og leiðsluna í familjuni, sigur Mie Kaae, stjóri á donsku deildini hjá FamilyLab við Politiken.

 

 

 

Samstundis vísir ein kanning, sum Politiken hevur latið gjørt, at ein stórur meiriluti av danska fólkinum heldur, at donsk børn sum heild hava ov nógv vald, og at tey rætta ikki hond frá síðu.

 

Í kanningini siga 60 prosent, at børnini í Danmark hava ov stórt vald í familjuni, og at alt ov fá krøv verða sett børnunum. 71 prosent halda, at donsk børn hava ov lítla virðing fyri fólki við myndugleika, og 65 prosent siga, at børn áttu at havt nógv fleiri arbeiðsuppgávur í heiminum, enn tey hava.