Danir skíra føroyingar fyri ?homohadere?

?Elton John midtpunkt i færøsk homohad?. Soleiðis ljóðar yvirskriftin í fleiri donskum miðlum í dag, nú útsagnirnar hjá Imma Dam í Ebenezer hava funnið sín veg til Danmarkar. Ein hending, sum veruliga hevur skapt ans og øsing her á landi seinastu vikurnar, eru útsagnirnar frá prædikumanninum í Ebenezer, Imma Dam.

 

Dimmalætting visti fyri tíð síðani at siga, at Immi Dam fráráddi føroyingum í at fara til Elton John konsert.

 

-Tann, ið tráar eftir hesum tónleikinum, tráar ikki eftir Harranum, segði Immi Dam millum annað í Ebenezer.

 

?Homohad på Færøerne?

Soleiðis skriva danskir miðlar í dag, nú søgan hevur funnið sín veg til Danmarkar. Miðlarnar skriva, at víðgongd kristin í Føroyum seta seg upp ímóti tí, sum annars helst er størsta konsertin í Føroyum nakrantíð.

Men í morgin kunnu føroyingar hoyra tað, sum veruliga varð sagt í Ebenezer tann nógv umrødda dagin.

Ljóðbrotið frá Ebenezer verður spælt í Rás2 í morgin klokkan 10.00, og síðani fer Immi Dam sjálvur greiða frá hansara hugsanum í hesum málinum.