Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur nevnt møguleikan fyri, at danir skulu aftur á fólkaatkvøðu at taka støðu til, um Danmark skal fáa sær evruna til gjaldoyra ístaðin fyri krónuna.
Men sambært tveimum nýggjum meiningakanningum verður svarið kortanei. Niðurstøðan í kanningunum, sum Greens og Gallup hava gjørt fyri ávikavist Børsen og Berlingske, er, at 50 prosent høvdu atkvøtt nei, og at 41 prosent høvdu sagt ja.
Lars Løkke Rasmussen hevur ikki sagt, um ein fólkaatkvøða um evruna kann koma undan næsta fólkatingsvalinum ella aftaná. Sosialdemokratarnir eru fyri at brúka evruna ístaðin fyri krónuna, men flokkurin heldur tað vera skeivt av forsætisráðharranum at taka spurningin upp nú.










