Danir rinda føroyingum fyri at tryggja sær vald

Tað er bláooygt at halda, at danir lata okkum ríkisveiting tí at vit eru so fitt, staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og fyrrverandi løgmaður

- Vit fáa ikki ríkisveiting úr Danmark tí at vit eru so fitt.

 

Tað staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, og fyrrverandi løgmaður.

 

Í gjárkvøldið bjóðaði Unga Tjóðveldi honum í eina politiska holmgongu við formannin í Tjóðveldi, Høgna Hoydal um fullveldisspurningin.

 

Og har staðfesti Kaj Leo Holm Johannesen, at tey árini hann var løgmaður, vóru tað tveir danskir uttanríkisráðharrar, sum váttaðu fyri honum, at tað er ikki av ongum, at danska stjórnin hvørt á rindar føroyingum eina ávísa upphædd í ríkisveiting.

Tvørturímóti tænir danska ríkisveitingin til Føroya einum politiskum endamálið - hjá Danmark.

 

 - At rinda Føroyum eina ríkisveiting hvørt ár, er ein politisk avgerð, danir hava tikið fyri at styrkja Danmark í altjóða høpi, segði Kaj Leo Holm Johannesen.

 

- Tað er yvirhøvur ikki soleiðis, at vit vit nakað fyri einki, legði hann afturat.

 

Hann gjørdi eisini púra greitt, at tá ið amerikanski herflotaráðharrin var her á jóansøku, var tað ikki fyri at spæla ferðamann.

 

- Hann kom yvirhøvur ikki higar á nakra kurteisisvitjan, sum hann annars hevur greitt almenninginum frá, sigur fyrrverandi løgmaður.

 

Sambandsmaðurin staðfestir, at Føroyar hava hermálsligan týdning, og hann hevur ongantíð verið størri, enn hann er nú, og fer at verða enn størri í framtíðini.

 

- Tað er ein støða, vit avgjørt eiga at gagnnýta, staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Hann ivast ikki í, at vit eru nógv meiri verd enn tær góðar sekshundrað milliónirnar, vit fáa í ríkisveiting frá Danmarka. Men hvussu stórt virðið er, er ein samráðingarspurningur, legði hann afturat.

 

Høgni Hoydal undrast á, hví Sambandsflokkurin selir okkum so biliga, tá ið hann heldur, at vit eru nógv meiri verd, og tá ið hann heldur, at Føroyar eru frægast farnar við at hoyra undir eitt annað land. 

    

- Skal tað vera ein spurningur um at selja seg til hægstbjóðandi, kundu vit allarhelst fingið 10-20 milliardir um árið frá USA, Japan, Suðurkorea, ella onkrum øðrum landi. Men júst hetta vísir, hvussu stórt virðið er í fullveldinum, helt Høgni Hoydal.