Landsdystir
Eitt lítið brak frá tí tiltikna danska dynamittinum var at hoyra í Ítróttarparkini mikukvøldið.
Danska fótbóltslandsliðið tók ímóti grannunum úr Týsklandi, og Danmark vann 2-1 í einum vinardysti, sum gav dønum góðar vónir um komandi tíðir.
Sigurin á Týsklandi var besta úrslitið hjá Morten Olsen sum landsliðsvenjara, og hann fegnaðist eisini um danska spælið eftir dystin.
Stóri danski spælarin var skjóti vongspælarin, Dennis Rommedahl, sum var liðfelagið hjá Toda Jónssyni í Lyngby á sinni. Rommedahl skoraði bæði málini, og annað var eftir uppleggi frá hálva føroyinginum, Marc Nygaard, sum spældi seinna hálvleik í danska álopinum.
Danska spælið var gott, og til tíðir var talan um niðurspæling av liðnum hjá Rudi Vøller, sum móti endanum minkaði til endaliga úrslitið 2-1.
Ísland tapti
Nógvir vinardystir vóru mikukvøldið. Ísland var á vitjan í polska høvuðsstaðnum og máttu lúta 1-0 fyri heimaliðnum.
Einasta málið í dystinum kom eftir eitt brotsspark í seinna hálvleiki. Tveir minuttir fyri leiklok høvdu íslendingar gyltan møguleika at javna, men polski málverjin bjargaði royndini.
Finland var á vitjan í Írlandi, og teir fingu ein framman á. Írsku vertirnir vunnu 3-0, men tvey av málunum komu móti endanum av dystinum.
Føroyar, Noregi og Svøríki spældu ikki mikukvøldið.
England tapti aftur
Fyribils setti enski landsliðsvenjarin, Peter Taylor, tapti í sínum einasta dysti á odda fyri enska liðnum. Taylor hevði tikið eitt ungt enskt landslið út til dystin ímóti Italia.
Bara eitt mál kom í dystinum, og tað fekk Italia stutt eftir, at eingilsmenn vildu hava brotsspark í hinum endanum av vøllinum.
Europa- og heimsmeistararnir úr Fraklandi spílaðu seg rættiliga út í Istanbul, har teir settu turkiska landsliðið upp á pláss við einum sigri upp á fýra mál.
Holland vann stórdystin ímóti Spania, har tveir mans vóru rendir av vøllinum, eftir at teir høvdu stútað hvør annan, og Sveis, sum er í HM-bólki saman við Føroyum, spældi 1-1 á útivølli móti Tunesia.
Landsdystir mikukvøldið
Italia-England 1-0
Estland-Kirgisistan 1-0
Írland-Finland 3-0
Turkaland-Frakland 0-4
Tunesia-Sveis1-1
Rumenia-Jugoslavia 2-1
Grikkaland-Slovakia 0-2
Pólland-Ísland 1-0
Albania-Malta 3-0
Spania-Holland 1-2
Portugal-Ísrael 2-1
Skotland-Australia 0-2
Makedonia-Ungarn 0-1
- dystur bríkslaður av eftir fyrra hálvleik
HM-dystur, bólkur 2:
Kypros-Andorra 5-0 (3-0)
10. 1-0 og 18. 2-0 Yiannakis Okkas, 43. 3-0 Marios Agathocleous, 73. 4-0 Marios Christodoulou, 90. 5-0 Milenko Spoljaric (br.)
HM-dystur, bólkur 6:
San Marino-Letland 0-1 (0-1)
9. 0-1 Aleksandrs Jelisejevs