Danir og sviar í lagnudystum

Seinnapartin verður annað umfar í millumfarinum í bólki 1 í EM-hondbóltskappingini í Serbia. Dystirnir, sum eru tríggir, eru Pólland-Makedonia kl. 15.20 okkara tíð, Danmark-Týskland klokkan 17.20 og at enda Serbia-Svøríki klokkan 19.20.

 

Undan dystunum í dag er støðan í bólkinum tann, at Týskland og Serbia eru á odda við fimm stigum í part, síðani hevur Pólland trý stig, og Danmark, Svøríki og Makedonia hava tvey stig hvørt.

 

Bæði danir og sviar skulu vinna fyri at varðveita ein møguleika at sleppa víðari. Sviar hava ein truplan dyst ímóti vertslandinum, sum fær hjálp frá túsundtals áskoðarum, men týskararnir vístu leygardagin, at Serbia kann takast á heimavølli.

 

Danir vita, at teir fáa ein truplan dyst ímóti Týsklandi. Fleiri av teimum donsku spælarunum spæla dagliga við týskum liðum, so hetta eru spælarar, sum kenna hvør annan væl. Tað er eisini týðiligt, at liðini hava virðing fyri hvør øðrum undan dystinum.