Heimasíðan Hotels.com hevur gjørt eina spurnarkanning millum sínar brúkarar fyri at vita, hvussu støðan er við stuldri á hotellrúmum.
Úrslitið av kanningin er, at danir eru teir, sum taka minst við sær av hotellkømurum. 88 prosent av dønunum, sum hava verið við í kanningini, siga, at teir hava ongantíð tikið annað enn sápu við sær. Beint í hølunum á dønum eru niðurlendingar og norðmenn.
Hinumegin Atlantshavið er støðan ein heilt onnur. Bert triði hvør amerikumaður sigur, at hann ongantíð hevur tikið lutir av einum hotellkamari. 40 prosent av meksikanarum og 43 prosent av kolumbianarum siga tað sama.
Hinvegin skikkað tey úr Brasil og Kanada sær betur, tí tey bæði londini liggja á einum fjórða plássi í kanningini við 84 prosent.
Mest vanliga tjóvagóðsið eru bøkur, handklæði, seingjaklæði, magasin, lampur og klokkuradio.