Danir nú skatta pensjónir við inngjald

Jørgen Niclasen, Fíggjarmálaráðharri
-----

Danska Javnaðarstjórnin hevur skotið upp sama leyst sum landdstýrið hevur gjørt, nevniliga skattalætta við fokus á toppskatt og at skatta pensjónir við inngjald. Tað skal loysa seg at arbeiða, siga tey.


Danska stjórnin hevur almanna kunngjørt uppskot til eina skattanýskipan, sum í nógvar mátar líkist uppskriftini hjá landsstýrissamgonguni at fáa gongd aftur á føroyska búskapin. Skattalættar skulu seta gongd í danska búskapin.

Skal loysa seg at arbeiða
Danska Javnaðarstjórnin sigur um sína ætlan at: “Skattanýskipanin fer at skapa búskaparvøkstur og fleiri arbeiðspláss, og samstundis tryggja, at tað altíð skal loysa seg at arbeiða hjá vanligum lønmóttakarum”

Fyri vanliga inntøkuskattin merkir skattanýskipanin, at marginalskatturin verður lækkaður, soleiðis at ein vanligur lønmóttakari skal forvinna uml. ein hálva millión um árið, áðrenn hann kemur at rinda toppskatt. Eisini verður skattafrádrátturin í inntøkuni hjá vanligum lønmóttakarum hækkaður, har stakir uppihaldarar fáa ein serliga høgan frádrátt.

Skattalættarnir fara, í sjálvum sær, at økja um undirskotið á donsku fíggjarlógini tey fyrstu árini. Fyri at byrgja upp fyri hesum, verður skattingin av kapitalpensjónum flutt frá útgjaldi til inngjald. Hóast landsstýrið er harta, eisini av dønum, fyri okkara broyting at skatta pensjónir við inngjald, so vil danska stjórnin nú fylgja okkum við at skatta kapatalpensjónir við inngjald.

Av øðrum tiltøkum, sum skulu venda undirskotið á donsku fíggjarlógini til yvirskot komandi árini, kunnu nevnast, lægri árligar reguleringar av almannaveitingum, rentufrádráttir lækkast 1% um árið, lægri barnakekk til tey háløntu, umframt aðrar broytingar í frádráttum, veitingum, avgjøldum og herdum eftirliti.

Líkist okkara
Skattanýskiapnin hjá donsku Javnaðarstjórnini líkist tí í nógvar mátar skattanýskipanini og uppskotinum til karmar hjá føroya landsstýri fyri at fáa gongd í aftur føroyska búskapin, samstundis sum undirskot landskassans, sum frá líður, verður vent til yvirskot.