Nú eru meiri enn trý ár liðin síðani danir innførdu sonevndu klippikortsskipanina í samband við brot á ferðslureglur, og tískil fella 12.175 klipp burtur Eitt klipp í koyrikortið hongur við í trý ár. Danir innførdu klippikortsskipanina í september í 2005, og tað merkir, at nú eru meiri enn trý ár liðin síðani skipanin varð sett í verk, og tískil fella ikki færri enn 12.175 klipp fyri fyrningarfreistini. Hetta visti danska gratisavísin 24timer at siga í gjár.
Í Føroyum varð klippikortsskipanin sett í gildi 1. januar í ár. Fyrsta hálvár klipti løgreglan 150 ferðir í koyrikortið hjá føroyingum. Til samanberingar hava danir fyrstu níggju mánaðirnar í ár, fingið fleiri enn 50.000 klipp í koyrikortið.
Eins og í Danmark er tað í Føroyum í stóran mun ov høg ferð, sum er orsøkin til flestu klippini.