Hóast teir flestu donsku politikararnir eru ímóti uppskotinum hjá teimum konservativu at banna muslimskum kvinnum at ganga í burka-klæðum á almennum støðum, taka teir flestu donsku veljararnir undir við uppskotinum. Tað vísir ein kanning, sum TV2 hevur latið gera.
Har svara 56 prosent av teimum spurdu, at tey taka undir við uppskotinum. Bara 30 prosent siga, at tey eru ímóti.
Tað eru serliga veljarar hjá stjórnarflokkinum, Danska Fólkaflokkinum og Sosialdemokratunum, sum taka undir við burka-forboðnum. Veljarar hjá teimum radikalu, SF og Eindarlistanum eru ímóti.










