Nýggj hagtøl vísa, at meðal livialdurin í Danmark er 77 ár, og tað er munandi minni enn í fleiri øðrum evropeiskum londum.
Knud Juel, granskari á Statens Institut for Folkesundhed, sigur við blaðið Urban, at fyri nøkrum árum síðani høvdu danir ein tann longsta meðal livialdurin í Evropa, men soleiðis er ikki longur. Eitt nú liva íslendingar, norðmenn og sviar umleið 80 ár í meðal.
-Vit líða ov nógv av sjúkum, ið hava samband við royking, og tað sama er at siga um sjúkur, ið hava samband við rúsdrekkamisnýtslu, sigur Knud Juel. Harafturat vísa tølini, at danir røra seg minni enn fólk í øðrum londum, og teir eru heldur ikki nóg skjótir at brúka fyribyrgjandi heilivág. Eitt nú brúka danir bara helvtina av tí heilivági, sum norðmenn brúka til at avmarka kolesterol-innihaldið í blóðinum.