Meðan Danmark hevur tikið ein steðg í nýtsluni av koppingarevninum hjá Astra Zeneca, verður koppingarevnið framvegis brúkt í Týsklandi og soleiðis eisini í týska landslutinum, Slesvig-Holstein. Nú hevur danska stjórnin so latið landslutinum enn eina stóra nøgd av Astra Zeneca, nevniliga 59.300 skamtar.
Hetta boðar politiska leiðslan í Slesvig-Holstein frá í tíðindaskrivi, sum eitt nú verður endurgivið í Jydske Vestkysten.
Sagt verður, at hesir skamtir skjótt verða sendir avstað. Í mun til teir 55.000 skamtirnar, sum Danmark áður hevur latið Slesvig-Holstein og sum vóru eitt lán til landslutin, eru skamtirnir hesaferð ein gáva frá dønum. Tá landsluturin í apríl fekk 55.000 skamtir, var avtalan, at norðurtýski landsluturin seinni skuldi lata dønum eina tilsvarandi nøgd av koppingarevni aftur.
Forsætisráðharrin í Slesvig-Holstein, Daniel Günther, lýsir nýggju avtaluna millum stjórnirnar í Keypmannahavn og Slesvig-Holstein, sum enn eitt dømi um tað góða samstarv og álit, sum er millum Danmark og norðurtýska landslutin. Samstundis takkar hann danska aðalkonslinum í Flensburg, Kim Andersen, fyri stuðulin.
Meðan danir hava ein steðg í nýtsluni av koppingarevninum, Astra Zeneca, verður koppingarevnið í Týsklandi brúkt til eldri og sjálvboðin. Sambært Robert Koch Stovninum eru 1,8 miljónir fólk í Slesvig-Holstein koppsett móti koronu-virus. Tað merkir, at 43 prosent av borgarunum hava fingið í minsta lagi fyrru sproytuna.










