Danir hava størri álit á fólki, um sjúkrarøktarfrøðingur, lækni ella løgregla stendur á visitkortinum. Hinvegin er lítið álit á politikarum, journalistum og bilasølumonnum.
Tað vísir ein nýggj kanning hjá Epinion, sum er gjørd fyri Radius Kommunikation.
- Danir hava stórt álit á teimum fakbólkum, sum eru menniskjansliga kjarnan í vælferðarsamfelagnum, tí hesi hava hvørki politisk ella fíggjarlig áhugamál. So skjótt, danir merkja, at fólk gera nakað fyri egnan vinning, minkar álitið á hesi fólk.
Tað sigur umsitingarligi stjórin í Radius Kommunikation, Nicolaj Taudorf Andersen, sum stóð aftan fyri kanningina.
Kanningin snýr seg um at meta um ymiskar fakbólkar.
Úr úrslitunum kann nevnast, at meðan 79% av teimum spurdu, halda, at sjúkrarøktarfrøðingar hava ógvuliga stórt ella stórt trúvirði, halda 57%, at politikarar hava lítið ella ógvuliga lítið trúvirði.
- Politikarar og journalistar eru meiri abstraktir, og fægstu danir møta hesum fólkum í gerandisdegnum. Tí kunnu skjótt uppstanda fordómar um hesar bólkar, sigur valgranskarin á Universitetinum í Keypmannahavn, Sigge Winther Nielsen.
Hinvegin kann hesin hugburður fáa álvarsligar avleiðingar fyri demokratiið, heldur professarin, Michael Hviid Jacobsen, sum starvast á Aalborg Universiteti
- Óttin er, at danir í framtíðini kunnu missa áhugan fyri politikki, tí teir halda, at einki trúvirði kortini er í hesum fólkum, sigur hann.
Michael Hviid Jacobsen heldur tað vera ein trupulleika, at danir ikki halda, at samfelagsins samskiftisbólkar ikki hava trúvirði. Hinvegin heldur hann eisini, at illtrúgvin er eitt tekin um, at danir eru demokratiskir.
- Tað er ein fyrimunur, at danir ikki bara trúgva øllum, sum valdsharrar siga. Tað er jú loyvt at vera skeptiskur, og tað er eisini loyvt at seta spurningar við tað, sum valdsharrarnir siga, sigur professarin.










