Danir krevja Annu aftur í X-Factor

Klagurnar frá dønum taka ongan enda , nú føroyska Anna Nygaard fríggjakvøldið bleiv send úr X-Factor. Danski mentamálaráðharrin er nú drigin við í leikin.

- Tað kann ikki góðtakast, at Anna bleiv send heim. Hon skal aftur í X-Factor finaluna. Soleiðis siga 70 prosent av lesarunum hjá BT, Ekstra blaðnum, Jyllands postinum og Se&Hør.


Síðani kappingina fríggjakvøldið, hava danir vent kritiska eyga móti DR, og fleiri hava havt illgruna um svik við sms-atkvøðum og avtalað spæl.

DR viðgekk fyri ekstrabladet.dk fríggjakvøldið, at bert 10 – 15 prosent av sms-atkvøðunum náa til terminalin hjá DR, áðrenn kappingin skal avgerast, og hevur talan tí verið um svik fríggjakvøldið við sms- atkvøðunum. Serfrøðingar innan telefonheimin í Danmark siga, at orsøkin helst er, at telefonnetið ikki megnar at avgreiða meira enn 10 – 15 prosent av atkvøðunum, tí fleiri milliónir senda smsboð samstundis hvørt fríggjakvøld, og hetta er meira, enn netið megnar at avgreiða.

Men danir tykjast ikki hava samkenslu við DR í hesum málinum, og tískil er politikkur eisini komin í leikin. Per Stig Møller, mentamálaráðharri í Danmark, er nú drigin til svars fyri almenna kringvarpið, og fólkatingslimir hava kravt, at DR setur í starv ein bókhaldara fyri at tryggja, at svik ikki fer fram í kappingini.

DR hevur nú tikið avgerð um, at bókhaldari skal setast í starv til stóru finaluna í Parkini, soleiðis at eingin ivi verður um sms-atkvøðurnar. 


- Vit hava tikið avgerð um, at bókhaldari skal fylgja við gongdini í finaluni, tí vit vilja ikki koma í slíka støðu aftur, sigur Jan Lagermand Lundme, ið er undirhaldsstjóri hjá DR.


Anna skal í finaluna

Soleiðis ljóða boðini frá lesarunum hjá fleiri av stóru bløðunum í Danmark, og DR hevur eisini móttikin túsundtals klagur, um avgerðina fríggjakvøldið. Nú krevja miðlarnar í Danmark, at danska fólki verður hoyrt, og at Anna Nygaard sleppur aftur í kappingina.

Eisini hinir finalistarnir og dómararnir halda, at Anna hevur uppiborið, at verða við í finaluni í Parkini.

- Eg haldi avgjørt, at Anna skal sleppa aftur í kappingina, sigur Remeé við bt.dk.

Hvørt hetta letur seg gera er ivasamt – men nú liggur bólturin hjá DR.