Danir keypa færri pakkar úr Kina

Innflutningurin frá kinesiskum nethandlum til Danmarkar hevur nú fingið eina vend, og eftir fleiri ár við øktum innflutningi, er innflutningurin nú minkaður aftur.

Vinnuhúsið vísir á, at í grein á Berlingske sigur PostNord, at innflutningurin frá kinesiskum nethandlum væntast at minka við 11 prosentum í ár, samstundis at talið av danskarum, ið keypa frá kinesiskum nethandlum, er minkað við 26 prosentum.

Tað ber ikki til at siga við vissu, hví handilin minkar so nógv, men PostNord metir saman við tveimum donskum handilsfelagsskapum, at ein av orsøkunum man vera, at kinesisku nethandlarir hava fingið so keðiliga umrøðu seinastu árini, sum serliga hevur snúð seg um vánaligu góðskuna á vørunum, ið verða keyptar úr Kina. Samstundis hevur eisini verið ring umrøða av arbeiðsviðurskiftum í Kina, umframt at har eru kappingaravlagandi fortreytir, ið kinesiksir nethandlar gera sær dælt av.

- Vørur framleiddar í Kina eru ikki fevndar av somu krøvum, sum verða settar til vørur, framleiddar í Danmark ella í ES londum annars. Tað er tí eingin trygd fyri, at ein sutta ella ein krukka av smyrsli úr Kina, ikki kann vera gjørd úr vandamiklum evnum, ella av børnum, undir vánaligum arbeiðsumstøðum, sigur Vinnuhúsið.

Vinnuhúsið vísir á, at Taks hevur roknað fram til, at í Føroyum koma umleið 8.000 pakkar undir 300. kr. til Føroyar umvegis nethandlar um vikuna.

- Nógv teir flestu pakkarnir koma úr Kina, og støðan í Føroyum viðvíkjandi vandamiklum leikum, elútbúnaði og heilsuskaðiligum kosmetikki er tí neyvan øðrvísi enn í Danmark, sigur Vinnuhúsið.