Umboð fyri eitt danskt tyrlufelag hava á fundi í Vinnumálaráðnum boðað landsstýrismanninum við vinnumálum frá, at tey eru áhugað í at sleppa at reka tyrluflúgving í Føroyum.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, váttar at umboð fyri danska tyrlufelagið Dan Helicopters á fundi í Vinnumálráðnum fyri umleið einum mána síðan, hava greitt honum frá, at felagið ætlar at søkja danska Ferðlsumálaráðið um loyvi at reka tyrluflúgving í Føroyum.
?Vinnumálaráðið hevur ongan mynduleika á hesum økinum, sigur Bjarni Djurholm. Skal loyvi gevast, skal tað vera frá danska Ferðslumálaráðnum. Men Ferðslumálaráðið kunnar tá fyrst Vinnumálaráðið um ætlanina, og so kann Vinnumálaráðið viðmæla ella mæla frá at geva slíkt loyvi.
Men enn er einki sum helst, ið bendir á nakra umsókn, komið frá Ferðslumálaráðnum, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður. Tí hevur hann einki at taka nakra støðu til, og vil tí heldur ikki gera fleiri viðmerkingar til málið.
Hann sigur, at hann á fundinum í Vinnumálaráðnum greiddi frá, at arbeitt verður við at frígeva samferðslun í Føroyum, og eisini til og úr Føroyum, sum hann tekur til.
Tað vil siga, at tað verður flogfeløgunum frítt at flúgva til Føroya, sum teimum lystir. Men tað verður kortini ikki fyrr enn í fyrsta lagi um eini tvey ár ella so, sigur hann. Tað fer so eisini at galda innanoyggja tyrluflúgving, um tað verður so, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum.