VINNA
Fyri sløkum tveimum mánaðum síðan læt samtakið, sum keypti seks ísfiskaskip og fýra virkir, fiskavirkið í Runavík uppaftur. Hetta er soleiðis einasta virki av teimum fýra, sum felagið hevur latið uppaftur.
Fiskavirkið í Vági er selt Faroe Farming, og lítið hevur bent á, at fiskavirkið í Vestmanna fer at verða latið uppaftur í bræði.
Á Toftum er heldur einki virksemi komið í gongd aftur.
Útlendskur áhugi
Tað hevur ljóðað, at eitt felag á Bornholm, sum kallast Espersen, hevur víst fiskavirkinum í Vestmanna áhuga.
Jógvan Dávid Jacobsen, sum er annar av stjórunum í samtakinum, sum keypti hesi gøgn úr trotabúnum eftir Faroe Seafood, váttar, at Espersen-felagið hevur spurt seg fyri um fiskavirkið í Vestmanna.
Hann sigur, at ein fyrispurningur er eisini úr Føroyum um júst hetta virkið.
Jógvan David Jacobsen sigur seg ikki vita, hvat felagið á Bornholm ætlar at brúka virkið til, um tað kemur til keyp.
- Men tað er rætt, at Espersen á Bornholm hevur spurt seg fyri, men enn veit eg ikki, um nakað kann spyrjast burtur úr hesum, leggur stjórin aftrat.
Tað er einki til hindurs fyri, at útlendingar eiga virkir á landi í Føroyum, eins og hálendingar eiga at kalla alt virkið hjá Faroe Pelagic í Kollafirði.










