Grundarlagið fyri føroyskari oljuleiting tykist vera í lagi, segði Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, eftir fund við Eyðun Eltør, landsstýrismann í oljumálum.
Hesin fundurin varð í samband við vitjan forsætisráðharrans hildin í Oljumálastýrinum mánadagin.
Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, segði seg hava sannað, at føroyingar hava fyrireikað seg væl til hesa stóru avbjóðingina.
Og Danmarkar vegna var hann fegin um at kunna hjálpa føroyingum á teimum økjum, føroyingar ynskja tað og hava brúk fyri tí.
Hann nevndi serliga trý øki, har brúk kundi verða fyri danskari hjálp.
Tey vóru gransking, umhvørvi og egnar, danskar royndir av umsitinig av oljuøkjum mótvegis A.P. Møller og øðrum oljuframleiðarum í Danmark.
Forsætisráðharrin gleddist um, segði hann, at føroyingar taka umhvørvið í so stórum álvara, sum gjørt verður, nú oljutíðin nærkast í stórum.
Hann segði seg vera sannførdan um, at føroyingar kunnu skapa heimsins mest umhvørvisvinarligu oljuleiting, júst tí at vit eru so væl fyrireikaðir, segði Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri.
Spurdur um, hvørt Danmark fór at krevja ein dropa burturav, um olja verður funnin í føroysku undirgrundini, vísti forsætisráðharrin til 10. juni avtaluna.
Har er hædd tikin fyri afturgjaldi av skuld í mun til møguliga, føroyska oljuvinnu.
Forsætisráðharrin mælti annars til, at føroyingar framvegis arbeiða við sama toli og skynsemi, sum higartil.
Eyðun Eltør, Oljumálaráðharri vísti á, at føroyingar hava fingið góðan stuðul frá Orku- og Umhvørvismálastýrinum, og at hesin stuðul eisini fer at halda á í framtíðini.
Eisini vónaði hann, at vit á øðrum økjum eisini framvegis kunnu fáa danskan stuðul.
Hóast slík ynski ikki ljóða serliga fullveldiskend, metti Eyðun Eltør ikki, at tey fóru at forða fyri fullveldinum.
Hann vísti á, at í slíkum málum má tað bara arbeiðast upp aftur meira saman, tá vit fáa fullveldi.