Danir halda við føroyingum

Í undirgrundarsamráðingunum eru danir heilt greitt í parti føroyinga, sigur forsætisráðharrin

Málið um undirgrundarsamráðingarnar við bretar hevur eisini verið umrøtt á ríkisfundinum í Havn.

Og Danmark hevur gjørt heilt greitt, at hóast danir eru limir í ES eins og bretar eru, er eingin ivi um, at teir í hesum samráingum standa saman við føroyingum, søgdu bæði Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri og Edmund Joensen, løgmaður á tíðindafundi týskvøldið.