Grønlendingar drekka illa, vanrøkta børnini, búgva í smáum bygdum, rógva í kajakk og taka nósa. Og flestu grønlendingar, sum búgva í Danmark, liva av kontanthjálp ella arbeiðsloysistuðuli.
Hetta er niðurstøðan í einari kanning hjá grønlendska ferðavinnuráðnum, sum hevur spurt 1074 danir í aldrinum 18 til 74 ár, hvørja uppfatan teir hava av grønlendingum.
Kanningin hjá Visit Greenland vísir, at danir, sum hava verið í Grønlandi tey seinastu árini, hava fingið eina aðra meiri jaliga uppfatan av landinum og fólkinum.