Ein kanning av lønarviðurskiftunum í 48 londum vísir, at lønarlagið er ongastaðni so høgt sum í Danmark. Donsku lønirnar eru eisini hægri enn í øllum hinum ES-londunum, men ikki nógv hægri enn í Noregi og Sveits.
Tað høga lønarlagið í Danmark hevur havt við sær, at nógvar danskar fyritøkur hava flutt partar av sínum virksemi til lond, har lønirnar eru lægri. Bara ta seinastu vikuna hava tríggjar fyritøkur boðað frá, at tær flyta ein part av virkseminum til Slovakia og Spania. Aðrar fyritøkur hava sagt, at tær umhugsa at gera tað sama.
Danir kunnu kanska ugga seg við, at lønarlagið í hinum londunum er á veg uppeftir, skrivar Politiken. Sum dømi um gongdina verður víst á, at tey seinastu fýra árini er danska tímalønin hækkað 18 prosent, meðan tímalønin í Rumenia er hækkað 115 prosent í sama tíðarskeiði.